Linda skuldi sungið meir

Røddin er bæði stór og góð, men Linda Andrews átti at sungið meir og tosað minni, tá hon var á palli fríggjakvøldið

Meira sang, minni tos. Tað er tað besta ráðið, eg vil geva Lindu, sum fleiri ferðir vísti sína stóru rødd, tá hon framførdi á Stóra Palli fríggjakvøldið.

Við einum blandi av tøkuløgum og løgum av hennara egnu fløgu, vísti Linda, at hon nokk var ein verdugur vinnari av X-Factor, men nakar stórur undirhaldari, er hon ikki.

Løgini “Money, Money, Money”, “You Can't Hurry Love”, “Mercy”, “So What” fyltu ein góðan part av framførsluni hjá Lindu. Og tað er synd, tí tey hava øll tað í felag, at tey eru tøkuløg, sum vit kenna frá X-factor, har hon framførdi tey.


Ov nógv tøkuløg

Eg haldi, at tað er eitt sindur løgið, at man verður biðin at spæla á einum tónleikafestivali, og so framførir eina rúgvu av løgum, ið onnur hava gjørt kend. Men Linda syngur væl, og málbólkurin heldur allarhelst, at tað er ordiliga feitt.

Linda hevur stutt síðan givið eina fløgu út í egnum navni, og løgini, hon spældi av henni, er fínasta slag poppur. Væl samanskrúvað og fangandi poppløg, meistarliga framborin av Lindu og úrmælingunum á ljóðførunum.

Linda átti at framført nógv fleiri løg av hesum slag, fyri at vísa, hvør hon er, so at siga. Tí hon er for hundan ein fantastisk sangarinna, og ein framúr góð fyrimynd hjá fólki, sum ætla at gera tað, tey brenna fyri, duga og elska.


Klichéir í paradís

At Linda hevur eina sera góða rødd, havi eg longu nevnt. Men hon dugir altso betur at brúka hana til sang, enn til at tosa millum sangirnar. Eg má tíverri viðganga, at eg havi ongantíð hoyrt keðiligari presentatiónir millum sangirnar, enn tær, sum Linda diskaði upp við fríggjakvøldið. Tað er næstan synd at kalla tað fyri presentatiónir, tí fyri tað mesta vóru tað messandi røðir av klichéum, ið vist høvdu til endamáls at spreiða gleði, men í staðin tóktist at vera tiknar frá einum sjálvhjálparskeiði.

Stemningurin millum løgini minti meg um eitt forkrampað vekingarmøti, og tað haldi eg er eitt sindur keðiligt, tí fólk koma á festival at hoyra tónleik, og ikki fyri at blíva mint á, at øll eru so glað og góð, og at fólkini á forsíðunum á glamour-bløðunum eru viðgjørd í Photoshop, og slett ikki eru so pen í veruleikanum! Tí skulu vit vera glað fyri okkum sjálvi!

Thumbs up til sangin – men, fá handan peikifingurin niður Linda!