Tað fer at snúgva seg um pengar, tá føroyska divan trínur á X-Factor pallin aftur í annaðkvøld Tónleikaevnið í komandi X-Factor sendingini er ABBA. Allir luttakararnir skulu framføra eitt lag hjá kenda svenska bólkinum, og í dag varð kunngjørt, at Linda Andrews skal framføra kenda lagið Money money money.
Linda hevur áður sungið løg sum ?Because of You?, ?Vårvise? og ?You Can?t Hurry Love?, og nú gongur leiðin yvir til svenska popp bólkin ABBA.
Hvussu hetta fer at eydnast verður greitt fríggjakvøldið, tá X-Factor aftur er á skránni kl. 19.00.