X-Factor luttakararnir hava eyka nógv at venja hesa vikuna. Tey skulu nevniliga ikki bert framføra eitt lag í semifinaluni fríggjakvøldið, men tvey Fyrst skulu luttakararnir framføra eitt lag hjá kendu donsku songkvinnuni Sanne Salomonsen, fyri at heiðra donsku rockdivuna, ið eisini verður gestadómari fríggjakvøldið.
Síðani skulu tey framføra eitt lag, ið tey dedikerar til ein persón, ið hevur stóran týdning fyri tey, og viðkomandi skal verða í upptøkuhølunum fríggjakvøldið.
Frá Sneakers til ?Taxa?
Sanne Salomonsen hevur sungið seg inn í hjartað hjá dønum ígjøgnum nógv ártíggju, og luttakararnir framføra nøkur av hennara bestu løgum.
Mohammed skal framføra Sneakers-klassikaran ?Efter festen? frá fyrstu fløguni í 1980.
Sidsel og Linda framføra tvey av størstu solo-hittunum hjá Sanne, ?Kærligheden kalder? og ?Hvis du forstod?
Alien Beat Club framføra lagið ?Taxa?.
Linda syngur Natasha Bedigfield
Tað hevur verið frítt hjá luttakarunum at velja tann seinna sangin, ið tey skulu framføra fríggjakvøldið.
Mohammed skal framføra eitt lag hjá Michael Jackson, og verður tað lagið ?Dirty Diana?
Sidsel syngur eitt lag hjá Suzanne Vegas ?Tom?s Diner?.
Linda skal framføra eitt lag hjá Natasha Bedingfield, tað Grammy vinnandi lagið ?Unwritten?
Alien Beat Club endar showið við kenda lagnum hjá Jason Mraz ?I?m Yours?.










