Við einari framúr góðari tulking av kendum sangi hjá Sebastian sang Linda Andrews seg víðari í X-Factor kappingini í kvøld Dómararnir vóru hugtiknir av Lindu Andrews í X Factor kappingini hjá DR í kvøld. Hon sang Vårvise, sum Sebastian skrivaði, og sum Sissel Kyrkjebø eisini var nógv frammi við.
Dómarin Remee helt, at Linda sang fullkomiliga uttan feilir, og hann var hugtikin av framførsluni. Hinir dómararnir róstu eisini Lindu fyri sannførandi framførsluna og hennara tryggu rødd.
Linda er harvið komin víðari í X Factor kappingini og sleppur at royna seg aftur næsta fríggjakvøld.