Linda sang seg í finaluna

Linda Andrews er nú til reiðar at syngja í finaluni í donsku X Factor kappingini. Mánakvøldið syngja Linda og hinir finalistarnir á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn Linda Andrews er nú komin eitt fet nærri sigrinum í ársins X Factor kapping.

 

Í kvøld var hálvfinalan í kappingini, og Linda koma trygt í finaluna. Saman við henni fór Alien Beat Club eisini beinleiðis í finaluna.

 

Síðani stóð stríðið millum Sidsel og Mohammed, og her endaði tað við, at Sidsel mátti lúta.

 

Finalan í X Factor verður næsta fríggjakvøld, men longu mánakvøldið kunnu Linda og hinir finalistarnir upplivast á stórari konsert á Ráðhúsplássinum í Keypmannahavn. Í fjør vóru 60.000 fólk til konsertina við finalistunum.

 

Konsertin verður mánakvøldið kl. 18.00 føroyska tíð.