Seinastu tíðina hevur hon arbeitt við nógvum ymiskum. Størsta partin av árinum í fjør, var hon í upptøkuhølinum við Christinu Aguilera. Linda Perry sigur við Billboard.com, at hon ikki veit hvussu nógv av løgunum vera á komandi fløguni hjá Aguilera, men at tey vísa eina heilt nýggja síðu av Christinu. Fløgan verður væntandi í handlunum í summar.
Umframt Aguilera hevur Perry skrivað tvey løg saman við Dixie Chicks, eitt lag við Cheap Trick og fleiri við Ziggy Marley. Hon hevur harumframt arbeitt saman við tveimum nýggjum nøvnum Ben Jelen og Sierra Swan. Í løtuni arbeiðir Perry saman við Vanessa Carlton, áðrenn hon enn einaferð fer í upptøkuhølið við Courtney Love, at gera eina nýggja fløgu, skrivar Billboard.com
Myndatekstur: Linda Perry hevur arbeitt við poppi, rokki, kontri og reggi seinasta árið.(mynd:Sheila Rose Hiber)