Linda og Mohamed syngja fyri krabbasjúkum børnum í Tivoli

Linda Andrews og Mohamed Ali frá X Factor 2009 syngja í Tivoli, tá opið bert er fyri krabbaraktum børnum og familjum teirra Vinnarin av X Factor 2009, føroyska Linda Andrews, fer saman við nummar 3 í kappingini, Mohamed, at spæla í Tivoli í morgin, 13. apríl. Tá er bert opið fyri børnum, ið eru rakt av krabbasjúku, og familjum teirra. Nærri sagt er tiltakið fyri limum í felagnum Familjer med kræftramte børn.

Tivoli væntar eini 2000 luttakarar.

Heilsumálaráðharrin Bertel Haarder klippur bandið og letur tilltakið upp, og hetta ger hann saman við einum av krabbaraktu børnunum, veit Ekstrablaðið at siga.