Linda Andrews skal syngja ?You Can´t Hurry Love? hjá The Supremes í X-Factor kappingini í annaðkvøld
Í annaðkvøld skal Linda Andrews saman við hinum í X-Factor kappingini enn einaferð á vágskálina hjá sjónvarpsalmenninginum í danska kongaríkinum. Seinasta fríggjadag var sangtema´ið ?Made in Denmark?. Hesaferð verður talan um eitt heilt annað sangtema.
Hesaferð skulu Linda og hinir 6 luttakarnir syngja Motown sangir. Linda sjálv skal syngja ?You Can´t Hurry Love? hjá The Supremes.
Motown-sangskráin hjá X-Factor luttakarunum sær annars soleiðis út:
LINDA: You Can´t Hurry Love (The Supremes)
SEEST: Lately (Stevie Wonder)
ALIEN BEAT CLUB: I´ll Be There (Jackson 5)
ASIAN SENSATION: Dancing In The Street (Martha Reeves/Bowie & Jagger)
MOHAMED: I Want You Back (Jackson 5)
LUCAS: Baby Love (The Supremes)
SIDSEL: What Becomes Of The Broken Hearted (Jimmy Ruffin)
Kappingin er vorðin harðari, og er týdningamikið, at fólk minnast til at atkvøða í annaðkvøld.