Linda kemur heim at fáa luft

Linda Andrews hevur verið í brennideplinum í Danmark seinastu vikuna, men í dag vitjar hon heima og verður við í sending á Rás2 seinnapartin Nú hevur songkvinnan Linda Andrews leitað heim til Føroya at fáa luft og heilsa upp á sínar føroysku fjepparar.

 

Linda hevur verið í sonnum ódnarveðri í Danmark seinastu vikuna, og fríggjakvøldið sang hon seg millum tey fýra seinastu í X Factor sangkappingini.

 

Í dag vitjar Linda Andrews í Miðlahúsinum í Havn, og har fáa fólk møguleikan at heilsa upp á hana og at fáa autograf.

 

Rás2 fer at senda í tríggjar tímar seinnapartin. Í sendingini, sum byrjar klokkan 15.00, verða samrøður við Lindu Andrews og onnur, og Rás2 sendir eisini beinleiðis frá tiltakinum í Miðlahúsinum, tá ið fólk kunnu støkka inn á gólvið at heilsa upp á Lindu.

 

Millum kl. 16.30 og 18.00 kunnu fólk koma í Miðlahúsið at heilsa upp á Lindu. Møguleiki verður eisini at fáa autograf frá henni.