- Eg bleiv so rørd av at síggja, at familjan hjá mær, mínir gamlir floksfelagar, og ikki minst mínir vinir vóru samankomnir á Hvonn. Tá eg so trein á pallin, og sá mína vøkru dóttir sita har saman við hennara vinum, so gjørdist tað ov nógv. Tárini komu fram, men eg kláraði at summa meg áðrenn eg skuldi syngja, sigur Linda um finalukvøldið.
Spurd um, hvussu tað kendist at vakna leygarmorgun, og verða vinnarin av X-Factor 2009 sigur Linda soleiðis.
- Altso, eg havi slett ikki fatað tað enn. Eg eri ótrúliga glað fyri at eg vann, sigur hon.
Linda takkar Blachman
Hóast Blachman ikki hevur hildið nógv av Lindu, so mátti hann at enda viðganga, at hon hevði uppborið sigurin.
Um ein skuldi tikið vísdómsorðini hjá Blachman fyri fult – bæði finalukvøldi og ikki minst til undanumførini – so hevði Linda als ikki verið vinnarin av X-Factor 2009.
Men Linda er fegin um, at tann hárleysi dómarin gav henni eitt spark í afturpartin. Tað sama sigur dómarin hjá Lindu, Lina.
- Eg haldi, at tað, at Blachman var so harður við Lindu var tað besta sum kundi henda fyri okkum. So fekk Linda okkurt annað fram úr sær, enn bert sína fantastisku rødd. Fram kom skemt, sjarma og drívmegi, segði Lina við ekstrabladet.dk eftir finaluna.
- Kritikkurin frá Blachman gjørdi, at eg fekk eyka drívmegi. Hann fekk meg til at verða enn betri, segði Linda.
Blachman mátti viðganga eftir finaluna, at Linda hevði uppiborið sigurin. Men eins og vit kenna Blachman, so var tað ikki bert sagt í einum jaligum tóna.
- Sendingin er fullkomiliga “mainstream”, og tá skal tað eisini verða ein slíkur sangari sum vinnur. Hon var í øllum førum tann rætti vinnarin av teimum sum vóru eftir til finaluna, segði Blachman, ið sipaði til Alien Beat Club.
Spurd um, hvørt hon gjørdist kedd av orðunum hjá Blachman í finaluni, sigur Linda soleiðis.
- Eg haldi, at tá ið ein sigur neilig ting um onnur, so kemur tað altíð aftur til ein sjálvan. Men sjálvandi bleiv eg eitt sindur kedd av hansara hugburði um mínar trupulleikar. Eg havi greitt frá mínari støðu, og teimum óhepnu hendingunum í mínum lívi, tí eg helt, at tað kanska kundi hjálpa onkrum. Tað var ikki fyri at fáa samkenslu, sigur hon við Planet.










