Linda er víðari í X-factor

Lene Rafn helt kortini Lindu á pínubeinkinum Eina løtu sá tað út til, at tann føroyska vónin varð brostin. Lene Rafn rósti sangrøddini hjá Lindu Andrews, men fanst at, at hon ikki náddi út við sínum andlitsbrøgdum og eygnamáli. Men so brast fyri nev, og Lene Rafn segði: - Selvfølgelig er du videre. Og Linda gjørdist ovurfegin. Og mundi gleðin ikki verða stór í nógvum føroyskum heimum, tá tey boðini hjá Lene Rafn blivu borin fram?

 

X-factor verður eyka spennandi at hyggja eftir nú við einum føroyskum luttakara. Portalurin ynskir Lindu Andrews tillukku við luttøkuni í høvuðskappingini.