Linda: Ein heiður at verða biðin til Grand Prixið

Føroyski X-Factor vinnarin Linda Andrews skal hjálpa Slovenia í Grand Prixnum, sum verður hildið í Svøríki í komandi viku.

 

Linda Andrews vann X Factor kappingina í Danmark í 2009, og fyrr í ár fekk hon fyrispurning úr Slovenia um at verða kórsangari hjá Hannah Mancini, sum syngur slovenska Grand Prix sangin “Straight Into Love”.

 

- Eg fekk fyrispurningin umvegis Facebook, og fyrst helt eg, at viðkomandi skemtaði við mær. Men onkur hevði viðmælt meg, og tað vísti seg at verða hald í fyrispurninginum. Eg segði ja beinanvegin, tí hetta er ein stuttlig uppgáva og ein heiður at verða boðin við, sigur Linda Andrews við Ekstrablaðið.

 

Niðanfyri ber til at hoyra slovenska Grand Prix sangin, sum Linda Andrews skal verða við til at framføra í Malmø í næstu viku.