Tað er fríggjadagur 26. januar 2018, og hetta er dagurin, tá ársins leiðarar - ávikavist fyri tað almenna og fyri tað privata - skulu veljast. Tá úrslitið fyriliggur, er greitt, at ársins leiðari fyri privatu vinnuna er Frimodt Rasmussen, stjóri í KSS, Klaksvíkar Sleipistøð.
Og grundgevingarnar hjá dómsnevndini fyri valinum av stjóranum í KSS eru eitt nú hesar:
- Frimodt Rasmussen stendur á odda fyri eini vælvirkandi skipasmiðju, har alt frá smábátum til stór skip fáa nútímans og dygdargóða tænastu. Við sínum nærlagna, virkisfýsna og framskygda lyndi er hann ein fyrimynd og kveikjari fyri síni starvsfólk, sum trívast fakliga og sosialt.
Dómsnevndin leggur aftrat, at við Frimodt Rasmussen sum leiðara tekur KSS seg alsamt fram og veksur við teimum mongu og spennandi uppgávum, sum teimum vera litnar upp í hendur. Klaksvíkar Sleipistøð hevur harumframt havt góð úrslit, leggur dómsnevndin aftrat.
Mikudagin hitti In.fo ársins privata leiðara, og í VikuskiftisSosialinum í dag eru samrøður við Frimodt Rasmussen. Meðan vit sita og skifta orð, kemur kona Frimodt Rasmussen, Linda Rasmussen, eisini inn á gólvið.
Hon arbeiðir hjá KSS sum skrivstovufólk, og soleiðis eru hon og maðurin - umframt at vera hjún - eisini starvsfelagar. Linda Rasmussen heldur fyri, at tað munnu vera fleiri privatir leiðarar, sum hava uppborið heiðurin, sum hesaferð fall manni hennara í lut.
- Men, skal eg siga, hvat eg haldi, so hevur Frimodt fortjent heiðurin, soleiðis sum hann saman við góðum fólki í fyritøkuni hevur stríðst og strevast fyri teimum úrslitum, sum KSS higartil hevur rokkið.
Hjúnini eiga trý børn, sum eisini fingu sína læru hjá Klaksvíkar Sleipistøð. Dóttirin, sum er elst, fekk sína skrivstovuútbúgving her, og haraftrat hava tveir synir teirra tikið útbúgving hjá KSS sum maskinsmiðir. Teir ganga nú báðir á Maskinmeistaraskúla, harav annar verður liðugur í summar, um alt gongur væl.
Linda Rasmussen nevnir til stuttleikar, at tað ikki bara eru tey bæði í familjuni, hon og maðurin, sum hava arbeitt á sama arbeiðsplássi.
- Tað gjørdu foreldrini hjá mær og foreldrini hjá Frimodt eisini. At vit bæði arbeiða á sama arbeiðsplássi, haldi eg ikki hevur verið nakar trupuleiki. Eg haldi heldur, at tað hevur havt positivan týdning, at vit kenna arbeiðsdagin hjá hvørjum øðrum og vita, hvat liggur aftan fyri, tá dagur er lokin, leggur hon aftrat.
Frimodt Rasmussen tekur undir við konu síni í hesum og dylur ikki, at hon ikki minst hevur verið hansara stuðul og eigur saman við hinum øllum dugnaligu starvsfólkunum í fyritøkuni sín lut í góðu gongdini.