Linda Andrews væl nøgd við nýggju fløguna

Hóast nøkur heldur neilig ummæli vóru at síggja, eftir at nýggja fløgan hjá Lindu Andrews kom á gøtuna, so er Linda sjálv nøgd við úrslitið og hevði als ikki væntað nakað jaligt frá ummælarunum. Fyri stuttum kom fløgan hjá Lindu Andrews á gøtuna, og við bæði jaligum og neiligum ummælum letur tað ikki til, at Linda Andrews letur seg ávirka av ummælarunum.

 

- Eg eri ótrúliga nøgd við mína fløgu, og eg hevði als ikki væntað nakað jaligt frá ummælarunum. Eg eri sprottin úr einari stórari kapping, og tí fái eg meira kritikk enn aðrir tónleikarar, sum hava framleitt eina fløgu úr egnum lumma, sigur Linda Andrews.

 

Fyri stuttum hevði Linda Andrews eina stóra framførslu í Tivoli í Keypmannahavn, men ein samanrenning av ymsum hendingum gjørdu, at fá fólk vóru til staðar.

 

-Eg fekk at vita áðrenn framførsluna, at eg ikki skuldi vænta nógv fólk, tí fleiri stór tiltøk høvdu verið dagarnir frammaundan mína framførslu, sigur Linda Andrews.

 

Hóast framførslan í Tivoli ikki gekk júst sum ætlað, so er tað framvegis gjørligt hjá X-Factor stjørnuni at savna túsundtals fólk til hennara framførslur.

 

- Eg havi fyri stuttum havt framførslur í Århus, Odense og City 2, og til eina av framførslunum vóru yvir 10.000 fólk til staðar, greiður Linda Andrews frá.

 

Linda Andrews verður eisini at síggja í Føroyum í summar. Hon trínur á pall til festivalin Við Múrin. Hetta verður einasta framførslan hjá Lindu Andrews í Føroyum í summar, men eftir ætlan verður Linda Andrews í Føroyum í heyst, har hon eisini hevur ætlanir um at framføra.