Linda Andrews í SMS í dag

Linda Andrews er komin aftur til landið. Í dag fer hon at spæla live í SMS saman við mætum tónleikarum sum Jens Marna Hansen og James Olsen Síðani Linda Andrews vann X-factor kappingina, hevur hon verið sera upptikin við at spæla kring Danmark, og við at leggja seinastu hondina á nýggju fløguna. Men nú hevur hon aftur funnið tíð at koma til Føroya.

 

Tí verður live konsert við henni í SMS í dag klokkan 16, og tá fer hon eisini at signera nýggju fløguna. Hesaferð fer hon eisini at spæla saman við bólki, og er tað eingir minni enn Jens Marni Hansen og James Olsen.

 

Rás 2 sendir beinleiðis frá Baresso frá klokkan 15, og varpar eisini konsertina út.