Linda Andrews bjóðar til døgurða

Hóskvøldið verður Linda Andrews at síggja á TV3, har hon er vertur, tá tríggir kendir danir koma til døgurða hjá henni. Tað er í sjónvarpsrøðini »Til middag hos...«, at Linda Andrews luttekur. Í stuttum er talan um eina undirhaldssending, har fýra kendir danir kappast um at vera besti verturin.

Yvir fýra kvøld vitja teir hvønn annan, og vinnarin fær 10.000 krónur, sum viðkomandi skal lata til okkurt vælgerandi endamál.

 

Linda Andrews var fyrstu ferð á skíggjanum í gjárkvøldi, tá hon saman við sjónvarpsvertinum á TV3 Mai-Britt Vingsøe Andersen og sjónleikaranum Søren Rislund vitja hjá Kristian Humaidan, sum er betri kendur sum rapparin UFO.

Í sendingini í kvøld er Mai-Britt Vingsøe Andersen vertur, mikukvøldið verður vitjað hjá Søren Rislund, meðan Linda Andrews tekur í móti teimum trimum dønunum hóskvøldið.

 

Í lýsingum fyri sendingina, sum verður víst á TV3 hóskvøldið klokkan seks føroyska tíð, sæst Linda borðreiða við føroyskum mati, og tað fær ógvuliga misjavna móttøku.