Seinastu dagarnar hava nógvir tónleikarar havt konsert á Facebook, nú tað av góðum grundum ikki ber til at hava veruligar konsertir. Ein teirra er føroyska sangarinnan Linda Andrews, sum í gjárkvøldið skipaði fyri einari konsert.
Hon hevði gjørt nógv burturúr við bæði ljóðgóðsku, ljósi og filmsupptøku í hugnaligum umstøðum, og hon hevði bæði guitarist og klaverspælara at hjálpa sær.
Linda Andrews legði út við einum lagi frá nýggjastu útgávu hennara "Save Your Love From Me", sum kom út í 2017. Seinna lagið er "Born Again in Your Eyes", sum er frá 2014.
Hon tók eisini ímóti lurtaraynskjum og heitti tí á lurtarar um at koma við ynskjum. Eitt av lurtaraynskjunum var kenda lagið "Amazing Grace". Hon sang eisini “Via Dolerosa”, “Nú eg ásjón tína søki” og sangin, sum hon sang, tá hon vann X-Factor í 2009, "Jeg gemte det bedste til sidst".
Konsertin er at finna á facebooksíðuni hjá Lindu Andrews, og tú kanst síggja konsertina her (spola fram til umleið 09:45):
<iframe src="https://www.facebook.com/plugins/video.php?href=https%3A%2F%2Fwww.facebook.com%2Flinda.andrews.dk%2Fvideos%2F3199601606725559%2F&show_text=0&width=560" width="560" height="315" style="border:none;overflow:hidden" scrolling="no" frameborder="0" allowtransparency="true" allowfullscreen="true"></iframe>