Limur nummar 1 er 84 ár

Tá tilmelding fór fram til nýggja borðtennisfelagið Nyk á Toftum í gjár, teknaðu heili 67 - børn, ung, tilkomin og eldri - luttøku í felagnum. Stórur áhugi er fyri at fara undir aftur borðtennisvenjingar á Toftum.

Hetta vísti seg seinnaparturin í gjár, tá fólk millum klokkan 15 og 18 høvdu høvi at tekna seg sum lim í felagnum Nyki, sum varð stovnað fyrr í summar.

Ikki færri enn 67 fólk - børn, ung, tilkomin og eldri - nýttu høvi at tekna limaskap í felagnum.

Fyrstur at tilmelda seg var 84 ára gamli, Havstein Ellingsgaard, sum býr á Toftum.

Meðan tilmelding fór fram, høvdu fólk høvi at spæla borðtennis í nýggju og stóru fimleikarhøll skúlans og millum tey, sum royndu seg við borðini, var eisini Havstein Ellingsgaard.

Nógv børn og ung vóru eisini við borðini hesar tímarnar, og fólk hugnaðu sær óført.

Í næstu viku verður so farið undir regluligar borðtennisvenjingar á Toftum.