Sunnukvøldið fór gamla felagsdeildin hjá EB og Streymi, EB/Streymur, í søguna, samstundis sum nýtt limafelag, ið eisini eitur EB/Streymur, varð sett á stovn. Síðani hevur dúgliga verið gitt um, at hetta kundi vera ein »bjargingarroynd«, eftir at EB/Streymur yvir tvey ár fekk tilsamans 5,25 milliónir krónur, ið stavaðu frá stuldri.
Eitt nú hevur verið róð framundir, at við at stovna eitt limafelag, kundu limirnir í nýggja felagnum leggja rygg til, skuldi rættarmálið ímóti fyrrverandi kassameistaranum í gamla EB/Streymi onkursvegna endað við avleiðingum fyri nýggja EB/Streym, ið jú hevur yvirtikið bæði skyldur og rættindi hjá gomlu felagsdeildini.
Men í grein 8 í viðtøkunum fyri nýggja EB/Streym verður hetta manað í jørðina, tí har stendur um heftilsi, at »limirnir ella nevndin hefta ikki persónliga fyri felagsins skyldum, men bert við sínum limagjaldi.«
Ein formalitetur
Málið um fyrrverandi kassameistarin hjá EB/Streymi, ið sum bókhaldari í Formula stjól 5,25 milliónir krónur, ið hann flutti til EB/Streym, er eitt politimál og er ávegis í rættin. Rólant Højsted, ið var formaður í gamla EB/Streymi og eisini er formaður í nýggja EB/Streymi, vil ikki gera viðmerkingar til tað málið, men er annars fegin um nýggja limafelagið.
– Tað vísti seg, at fólkið stendur aftan fyri EB/Streym, tí vit vóru yvir 100 fólk á fundinum við Margáir sunnukvøldið, har tað einmælt varð samtykt at stovna nýggja limafelagið, sigur formaðurin, sum eftir stovnanina hevur eitt sindur av pappírsarbeiði at gera.
– Í dag ella í morgin senda vit Fótbóltssambandinum umsókn um at spæla í Vodafonedeildini í ár, og komandi aðalfundurin í Fótbóltssambandinum skal eisini góðkenna okkum sum lim. Tað plagar at vera ein formalitetur, og tað rokni eg eisini við, at tað verður hesa ferð.
At EB/Streymur fær limaskap í Fótbóltssambandinum, merkir samstundis, at EB og Streymur ikki longur vera limir har, tí tey einki meira hava við fótbólt at gera.