Føroyska felagið á Lollandi og Falster varð sett á stovn í 1971. Teir, ið løgdu lunnar undir felagið, vóru Ragnar Johansen og Regin Abrahamsen.
Í byrjanini vóru um hundrað limir í felagnum, í dag er limatalið 32. Formaður er Villi Hansen, næstformaður Erhard Olsen.
Ár um dag verður skipað fyri fleiri tiltøkum, so sum útferðum og hugnakvøldum. Best umtókta tiltakið er ræstkjøtaveitslan - tá er kirkjan altíð full sett.
Maður kemur í manns stað, verður sagt, men so er ikki við føroyska felagnum á Lollandi og Falster. Menn falla frá, men eingin kemur ístaðin.
Sama ger seg galdandi í t.d. Odense og Esbjerg. Tí er mangt sum bendir á, at nýggja ættarliðið av føroyskum útisetum hevur valt fullkomuliga at integrera seg í danska samfelagið, heldur enn at hitta landsmenn teirra til veitslur og onnur tiltøk.