Limir í Sea Shepherd komnir til Føroya

Felagsskapurin hevur boðað frá, at hann kemur til Føroya í summar at steðga grindadrápi

Í gjár komu umboð fyri umstrídda hvalaverndarfelagsskapun, Sea Shepherd, til Føroya.

 

Felagsskapurin hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Føroya í summar at steðga grindadrápi.

 

Nú umboð fyri felagsskapin komu til Føroya, hava tey biðið um fund við løgregluna og tann fundin fáa tey. 

Fundurin verður í dag.

 

Peter Thaysen, chefpolitiinspektørur, er greiður yvir, at felagsskapurin hevur boðað frá, at hann ætlar sær til Føroyar í summar og hann væntar, at tað er hendan vitjanin, fundyrin skal snúgva seg um.

 

Og hann sigur, at løgreglan er sinnað at tosa við Sea Shepherd fyri at hava greiðar reglur.

 

Hann heldur eisini, at samskiftið við Sea Shepherd er batnað munandi seinastu árini.

- Felagsskapurin var her í langa tíð í 2012 og tað gekk alt friðarliga fyri seg, sigur hann.

 

Hann leggur dent á, at ein lógligur felagsskapur hevur fullan rætt at mótmæla. Men tað skal vera innanfyri landsins lóg og rætt og tað er hetta, løgreglan fer at tosa við Sea Shepherd um fyri at tryggja, at alt gongur sámuliga fyri seg.