Limbo á Platform

Tað verður sum at koma á strondina sunnanfyri, tá ið fólk koma á gátt á dansistaðnum Platform um vikuskiftið

Har verður nevniliga gjørt nógv burtur úr at fáa ein karibiskan stemning við pálmum, sandi, parsasol og øðrum.
Og so verður kappast í limbo-dansi ? »How low can you go«. Vinnarin av hesi kapping vinnur ein flogferðaseðil frá Maersk Air.
Tað verður ein danskur plátuvendari, sum fer at standa fyri undirhaldinum, og DJ The Bad Wolf fer at spæla blandaðan dansitónleik ? nýggjan og eldri.
Tiltakið er bæði fríggjakvøldið og leygarkvøldið.