Limaskap í EFTA og avtalu við ES innan 3 ár

Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum, Jørgen Niclasen, er greiður í málinum viðvíkjandi Evropapolitikkinum. – Málið er fullur limaskapur í EFTA og eina 2. ættarliðsavtalu við ES innan samgonguskeiðið er runnið

Í samband við at ein EFTA-tingnevnd í hesum døgum vitjar í Føroyum, buðu Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum og John Johannesen, formaður í uttanlandsnevndini, til tíðindafund, har kunnað varð um hvat hendir í hesum døgum.

Jørgen Niclasen legði út við at royna at greiða eina fløkju, sum Kringvarpið hevði varpað út fyrradagin, nevnliga at EFTA skuldi verða lopfjølin inn í ES.

- Tað er neyðugt at skilja ímillum í Evropapolitikkinum hjá samgonguni. EFTA skal ikki verða lopfjølin inn í ES. Vit hava í løtuni handilsavtalu við ES, eina sokallaða 1. ættarliðsavtalu, og vit vilja knýta Føroyar tættari at ES og fáa eina 2. ættarliðsavtalu, sum umfatar tey fýra frælsini, nevnliga um frían flutning av vørum, tænastum, kapitali og persónum. Tað er endamálið við ES politikkinum hjá samgonguni, og ikki at lima Føroyar beinleiðis uppí ES, heldur ikki umvegis EFTA, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum

Viðvíkjandi EFTA er málsetningurin eisini greiður. Ætlanin er at røkka einum fullum limaskapi í EFTA, soleiðs at Føroyar fáa avtalu um tey fýra frælsini við EFTA londini, og soleiðs at Føroyar kunnu taka lut í teimum fríhandilsavtalum, sum EFTA hevur við onnur lond.

- Í ES eru nógvar fríhandilsavtalur, men hesar avtalur umfata ikki fríhandil við fiski, og tað er ein stór avmarking fyri Føroyar. Hinvegin umfata fríhandilsavtalurnar hjá EFTA eisini fisk, og tí er tað at vit vilja gerast limur í EFTA, leggur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum, dent á.


Kunna um Føroyar

EFTA-tingnevndin er sett saman av politikarum úr teimum fýra EFTA londunum, sum eru Ísland, Noreg, Liktinstein og Sveis, og endamálið við vitjanini er at kunna teir um hvat Føroyar er.

- Við hesi vitjanini vilja vit kunna teir um, hvat Føroyar er, hvat vit vilja og hvørjir møguleikar eru. Ein trupulleiki hevur verið at eitt nú Liktinstein og Sveis ikki hava vita serliga nógv um Føroyar, og hvørjir møguleikar eru fyri tey her. Vit vilja vísa teimum at vit ikki bert eru fiskur, men at aðrir møguleikar eisini eru her, greiðir Jørgen Niclasen frá.

Í gjár á morgni skipaðu Uttanríkisráðið og Uttanlandsnevndin fyri framløgum um ymisk viðurskifti í Føroyum, og eitt av teimum evnunum, sum serliga áhugaðu Sveis og Liktinstein eru møguleikarnir innan ílegugransking í Føroyum.

- Tað er ein sannroynd at Sveis eru eitt kent land innan medisinalídnaðin, og fyri teir eru fleiri møguleikar í Føroyum. Eisini eru Føroyar áhugaverdar fyri teir, tá tað kemur til bæði olju og fíggjarmarknaðin, vísir Jørgen Niclasen á.


Eitt stig á vegnum

Føroyar hava áður verið limir í EFTA, men tá Danmark fór upp í ES í 1973, stóðu vit aftur uttanfyri. Nú er ætlanin hjá at gera eitt »comeback«, sum Jørgen Niclasen tekur til, og fyrsta stigið á vegnum er gjøgnum parlamentarikararnar, sum eru í landinum nú.

- Næsta stigið er ein serfrøðingabólkur, sum er settur niður av EFTA at kanna framtíðar møguleikar, og harafturat royna vit at fáa ein fund í lag við ministararnar í Sveis, og tað verður enn eitt týðandi stig á vegnum. Higartil hevur hetta ikki verið gjørligt, men nú hava vit fingið positivar afturmeldingar, og eftir æltan verður hesin fundurin áðrenn jól, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.

Av tí at Føroyar ikki eru sjálvsstøðugt land í hesum spurninginum, er eisini neyðugt at ráðføra seg við Danmark, og Jørgen Niclasen sigur at Per Stig Møller, vegna Danmark, hevur givið fullan uppbakning um ta tilgongd, sum nú er sett í verk.


Eitt stórt mál at seta

Tað er eingin loyna at tað tekur langa tíð at greiða hesar spurningarnar, og serliga tá arbeitt verður eftir tveimum leistum, einum við ES og einum við EFTA. Men Jørgen Niclasen er vónríkur um at tað fer at bera til at koma á mál, áðrenn samgonguskeiðið er runnið.

- Tað er eitt stórt mál at seta sær, men vit vóna at tað fer at bera til at hava eina avtalu við ES í lag og at hava fingið fullan limaskap í EFTA áðrenn samgonguskeiðið er runnið, sigur Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í uttanríkismálum.