Limagjald til fólkakirkjuna ístaðin fyri skatt

Taks hevur nú tulkað lógina um kirkjuskatt av nýggjum og eftir nýggju tulkingini, er talan ikki longur um eitt slag av skatti, men um eitt limagjald til fólkakirkjuna. Taks staðfestir, at eftir lógini, kann samlaða skattaprosentið av eini inntøku ikki vera hægri enn 50%. Og verður samlaði skatturin omanfyri 50%, verður hann lækkaður niður til 50%.

Tó hevur ein serlig lóg ásett hetta til 52% í 2010 og 2011.

Higartil hevur kirkjuskatturin verið ein partur av samlaða skattaprosentinum, men tað verður hann ikki longur frá á nýggjárinum við hesi nýggju tulkingini av lógini um kirkjuskatt verður kirkjuskatturin frá 1. januar 201.

Sostatt kann kirkjuskatturin framyvir best samanlíknast við onnur føst gjøld so sum Barsilsgjaldið, AM-gjaldið o.s.fr.

Tað merkis so, at fólk við góðari løn kunnu so koma at betala eitt vet meiri í skatti.

Nýggja tulkingin av lógini um kirkjuskatt er grundað á, at borgarar kunnu sleppa undan at gjalda kirkjuskatt við at melda seg úr fólkakirkjuni.

Kirkjuskattaprosentið er eins fyri alt landið og er í dag 0,6%. Harumframt kann staðbundin kirkjuskattur upp til 0,3% áleggjast, til dømis um nýggj kirkja skal byggjast í eini sókn.