Giktafelag Føroya skipar fyri limafundi mikukvøldið 12.nov kl 19.30 í MBF húsinum á Ìslandsvegi 10c í Tórshavn.
Evnið á limafundinum verður viðgerð og viðgerðarmøguleikar fyri giktsjúk fólk í Føroyum.
Giktafelag Føroya ynskir við hesum limafundinum at kunna limirnar um tað arbeiði sum felagið hevur gjørt í hesum sambandi, t.v.s at vit hava lagt okkara støðu fyri Landsstýrismannin í heilsumálum, og at vit ynskja at hoyra frá limum felagsin um teirra støðu hesum viðvíkjandi.
Endmálið er sjálvandi at at fáa eina góða diskusjón við limirnar um, hvussu vit kunnu koma víðari í viðgerðarspurninginum. Eisini er tað møguligt at tosa um hvussu vit loysa tann akutta trupuleikan.
Vístur verður ein filmur frá viðgerðarstaðnum Balcova í Turkínum, og kunning um hettar staðið verður eisini á skránni. Balcova er eitt serligt stað fyri giktsjúk fólk, og nýtur norski staturin nógv hetta staðið fyri teirra giktsjúku.
Seinni í komandi árið er ætlanin at taka evnið fram aftur á almennum fundi.
Ætlandi verður hol sett á viðgerðarspurningin mikukvøldið 12 nov kl 19.30, og vónar felagið at nógvir limir nýta høvið at koma á fundin og geva sítt ískoyti til viðgerðarspurning. Fleiri hugsanir koma til nevndina, fleiri arbeiðsamboð hava vit at taka av.