Nú er ein atkvøða eftir øllum at døma farin frá uppskotinum hjá landsstýrinum um at hækka pensjónsaldurin upp í 69 ár skjótari enn ætlað.
Nú tykjast 16 atkvøður at vera ímóti uppskotinum, sum skal til atkvøðugreiðslu, tá orðaskiftið við 2. viðgerð er liðugt.
Andstøðan atkvøður øll sum hon er ímóti uppskotinum. Ger Liljan Weihe eisini tað, so eru 16 atkvøður ímóti. Eftir eru 17 atkvøður. Og tað merkir, at um eitt tingfólk úr samgongun atkvøður, um ikki ímóti, so atkøvður blankt. Um so er, so stendur á jøvnum 16-16, og so fellur málið.
Liljan Weihe segði undir orðaskiftinum, at hon annars er fyri, at pensjónsaldurin hækkar, men tað skal gerast í samráð við fakfeløgini og ikki gerast fyri at samtykkja málið um Suðuroyartunnilin.












