Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarp Føroya, boðar í dag frá, at hon góðtekur ikki avgerðina hjá Kára Sólstein, fyribilsstjóra í Kringvarpi Føroya, at koyra hana úr starvi.
- Vit eru ikki samd í uppsøgnina og kæra tí til Mentamálaráðið, sigur Liljan Weihe í stuttari viðmerking, aftaná tíðindini bórust, at hon hevur fingið uppsagnarskriv frá fyribilsstjóranum.
Tað merkir, at Mentamálaráðið enn einaferð skal taka støðu til uppsøgnina av Liljan Weihe. Hetta er triðju ferð, at aðalráðið skal taka støðu í málinum.
Tá Johnny í Grótinum, fyrrverandi kringvarpsstjóri, handaði Liljuni Weihe eitt uppsagnarskriv 21. desember 2017, bleiv avgerðin kærd til Mentamálaráðið. Tað endaði við, at ráðið 20. apríl ógildaði avgerðina, tí hóast brot vórðu staðfest, varð uppsøgnin ikki mett at vera í samsvar við proportionalitetsprinsippið.
24. mai fekk Liljan Weihe boð um, at Johnny í Grótinum hevði avgjørt at flutt hana í eitt annað starv í stovninum. Sama dag kærdi Sigmund Poulsen, sakførari, vegna Liljan Weihe avgerðina til Mentamálaráðið, tí tey mettu, at avgerðin kundi tulkast sum ein uppsøgn. 14. august gav Mentamálaráðið Liljuni Weihe viðhald fyri aðru ferð.
Men 29. august fekk fyrrverandi tíðindaleiðarin aftur eitt ætlanarskriv um uppsókn. Tá fekk hon eisini bjóðað eitt annað starv í Kringvarpinum, tó við minni løn.
Fyrradagin svaraði fyrrverandi tíðindaleiðarin so, at hon ikki tók við starvinum, tí hon metir ikki, at hon hevur gjørt nakað skeivt. Fyribils stjórin hevur síðan gjørt skjótt av, tí í dag hevur Liljan Weihe fingið enn eitt uppsagnarskriv.