Liljan fingið uppsagnarskriv

Liljan Weihe, fyrrverandi tíðindaleiðari í Kringvarpinum, hevur í dag fingið uppsagnarskriv frá Kára Sólstein, fyribils stjóra í Kringvarpinum. Tað skrivar Kringvarpið á heimasíðu síni.


Uppsagnarskrivið kemur aftaná, at Liljan Weihe 29. august fekk handað ætlanarskriv um uppsókn. Tá fekk hon eisini bjóðað eitt annað starv í Kringvarpinum, tó við minni løn.


Fyrradagin svaraði fyrrverandi tíðindaleiðarin, at hon ikki tók við starvinum. Fyribils stjórin hevur síðan gjørt skjótt av, tí í dag hevur Liljan Weihe fingið uppsagnarskriv.


Hetta er ikki fyrstu ferð, at Liljan Weihe fær uppsagnarskriv frá Kringvarpinum. 21. desember 2017 fekk hon eitt uppsagnarskriv frá Johnny í Grótinum, táverandi kringvarpsstjóra. Uppsøgnin bleiv tó kærd til Mentamálaráðið 3. januar 2018 og bleiv avgerðin ógildað 20. apríl 2018, tí hóast brot vórðu staðfest, varð uppsøgn ikki mett at vera í samsvar við proportionalitetsprinsippið.


Nýggja avgerðin frá fyribils stjóranum í Kringvarpinum kann eisini kærast til Mentamálaráðið.