Liktinstein í stórum stíli

Føroyar hevði lítið at gera í seinna dystinum í bólkaspælinum. Liktinstein staðfesti útnevningina sum sterkasta lið í bólkinum og vann greitt 3-0.

Undan dystinum segði hjálparvenjarin hjá føroyska U18-landsliðnum, at um tær á nakran hátt skuldu standa Liktinstein kurl, so skuldu tær allar leika upp til sítt allarbesta. Tað gjørdu føroysku genturnar bara heilt fáar løtur í dystinum, og so var lítið og einki at gera.

Nervar argaðu aftur
Eins og í fyrra dystinum ímóti Írlandi, høvdu føroysku genturnar eina nervøsa byrjan. Ein slík byrjan heldur ikki ímóti einum so sterkum liði sum Liktinstein, og avroknaðu tær við at vera á odda 7-0 alt fyri eitt. Tá gjørdist mótbrekkan hjá føroysku gentunum sjálvsagt brøtt. Magnus Aðalsteinsson, føroyskur landsliðsvenjari, var skiljandi als ikki nøgdur við gongdina og tók time-out. Lítið nyttaði tó, og løtu seinni var 13-1 til Liktinstein. Tær føroysku genturnar høvdu stórar trupulleikar í verjupartinum og fingu so at siga ongantíð lagt upp til álop. Tær høgu genturnar úr Liktinstein langaðu ein bólt fyri og annan eftir í gólvið og vunnu settið stórt 25-9.

Milicevic trein fram
Hóast føroysku genturnar loksins komu væl frá byrjan og vóru á odda 2-0, so svaraði Liktinstein skjótt og sterkt aftur og kom á odda 5-2. Føroysku kvinnurnar fingu stórar partar av spælinum at rigga betur, men munurin var framvegis ov stórur millum liðini. Liktinstein vann settið 25-14.
Serliga var tað Irena Milicevic, sum uttan iva telist millum sterkastu leikararnar í kappingini, sum ferð eftir ferð avgjørdi góðu álopini hjá Liktinstein.

Punkteraðu
Stóran part av triðja setti var spenningur í, men miðskeiðis í settinum dróg Liktinstein frá og punkteraði fyri spenninginum í dystinum. Føroyar spældu ikki upp til sítt besta í kvøld, og serliga varð taktikkurin hjá føroyingum, sum var at standa væl í verjupartinum og stressa Liktinstein, beindur til viks. Liktinstein lat seg ongantíð stressa, vunnu uppiborið triðja sett 25-13 og harvið dystin 3-0.