Avgerð varð í gjár tikin um, at flyta líkið av 60 ár gamla vágbinginum, ið varð funnin deyður umborð á sokna báti sínum fyrrakvøldið, til Havnar til líksýn.
Tað verður framd fyrrapartin og nakað út á seinnapartin.
John Martin Olsen frá leiðslutoyminum á politistøðini í Havn sigur, at tá líksýnið er framt, verður støða tikin til, um ein líkskurður eisini skal fremjast.
60 ára gamli maðurin var funnin í stýrhúsinum á frambygda áttamannafarinum, ið sakk beint sum ein annar bátur kom til tað. Eingin sást í áttamannafarinum áðrenn tað sakk, og tí kann verða hugsandi, at maðurin er deyður áðrenn báturin fór til botns.
Maðurin, sum hevði stríðst við ringa heilsu í seinastuni, letur eftir seg konu og tveir vaksnar synir.