Í Kanada hava fólk funnið líkið av tí 38 ára gamla William Holland, sum datt oman í fjøllunum í Jasper-økinum har vesturi í landinum fyri 21 árum síðani. Myndugleikarnir siga, at líkið hevur ligið í kava og ísi øll árini, og at fólk høvdu ongar trupulleikar við at kenna mannin aftur.
William Holland datt oman av fjallinum Snow Mountain í 1989. Onnur, sum vóru har nærhendis, sóu hann detta einar 300 metrar oman, men vánaligt veður gjørdi, at tey fingu ikki bjargað líkinum.
Ein talsmaður fyri kanadisku myndugleikarnar sigur, at tveir aðrir menn eru dotnir oman á somu leið síðani í sjeytiárunum, men líkini av teimum eru ikki funnin enn.