Liggur til EB/Streym og ÍF

Sum lutakastið í kappingini um Løgmanssteypið lagaði seg mánakvøldið, eru sera góðir møgu­leikar fyri, at finalan í ár verður millum somu lið sum í fjør

Tey fýra liðini, sum vóru í boll­anum mánakvøldið, tá luta­kastið var í 3-2 hjá Kring­varp­inum, blivu parað so­leiðis, at ÍF skal spæla ímóti 07 Vestur og EB/Streymur skal spæla ímóti B68. Í fyrru hálv­final­unum, sum verða spældar hós­dagin 19. mai, hava ÍF og EB/Streymur heimavøll, og í seinnu hálvfinalunum týs­dagin 14. juni, eru 07 Vestur og B68 á heimavølli.
Sum sæst, er góður møguleiki fyri, at steypafinalan í ár, sum verður í Klaksvík fríggjadagin 5. august, samstundis sum Summarfestivalurin er har, verð­ur ein endurtøka av henni í fjør, tá EB/Streymur og ÍF møtt­ust og sundalagsmenn vunnu við einum máli.
Í øllum førum má EB/Streymur sigast at vera stór­favorittur ímóti B68, eins og ÍF eisini má vera favorittur ímóti 07 Vestur, sæð yvir tveir dystir. Sjálvandi kann okkurt óvæntað henda, men tað er júst tað, tað verður, eru tað ikki EB/Streymur og ÍF, sum fara allan vegin í finaluna.
Annars er merkisvert, at øll fýra hálvfinaluliðini í lands­kappingini júst nú teljast mill­um fimm tey niðastu á stiga­talvuni í landskappingini.