Liggur í hondunum á løgtinginum

Hjá mær er málið avgreitt og nú stendur tað til løgtingið at gera av, hvørja lagnu tað skal fáa, sigur formaðurin í uttanlandsnevndini

Íslandssáttmálin

Eg geri ikki meiri við málið. Skal meiri gerast við tað, má løgtingið gera tað.
Johan Dahl, formaður í uttanlandsnevndini, sigur, at hjá honum er spurningurin um heimildirnar hjá løgmanni í sambandi við íslandssáttmálan, avgreitt.
Vit hava gjørt okkara so nú stendur tað til løgtingið at gera av, um nakað meiri skal henda i málinum, sigur hann.
Hann heldur annars, at løgmaður eigur at leggja íslandssáttmálan fyri løgtingið, so at tingið kann viðgera hann.
So er málið avgreitt og meiri havi eg ikki at siga um hann.
Eg havi gjørt tað, sum formaðurin í uttanlandsnevndini eigur at gera og tað er at fáa tað lýst.
Nú hava løgtingslimir so fingið úrslitið og so stendur tað til teir, um meiri skal gerast við tað.
Kortini ásannar hann at hann veit ikki, hvat sáttmálin frá 2. september um tollfrælsi fyri vørur, skuldi til, tí tað er eisini umfatað av tí fyrra sáttmálanum og løgmaður eigur at leggja hann fyri tingið og at fáa málið avgreitt, sigur Johan Dahl.