Líggjas sigur frá um Klaksvíksstríðið

Komandi vikuna eru Torradagar í Klaksvík

1. upplag av bókini var útselt og meira mátti prentast.

 

Søgan, sum Líggjar í Bø hevur skrivað um Klaksvíksstríðið hevur ómetaliga stóran áhuga millum fólk, nú 60 ár skjótt eru liðin síðani stríðið endaði.

 

Í sambandi við, at Torradagar komandi viku eru í Klaksvík, verður høvi at hoyra rithøvundan sjálvan greiða frá tí, sum hann hevur savnað saman av upplýsingum um hendingaríku tíðina í fimti-árunum í Klaksvík.

 

Viðurskiftini vóru nærmast sum í einum borgarakríggið fleiri ár í býnum. Nú seksti ár eftir, at stríðið endaði verður altso høvi at hoyra Líggjas í Bø, rithøvunda, greiða frá parti av stríðnum.