Liggja til uppflyting

Hondbóltsharrarnir hjá ÍF Føroyum vunnu um vikuskiftið móti KSG, og nú liggur liðið á uppflytingarplássi

Hondbóltur

Dysturin bleiv, sum ikki einaferð, sera spennandi og við einum megnar endaspurti kláraðu føroyingarnir at venda einum hóttandi tapi til ein sigur uppá 26-23, eftir hálvleiksstøðuna 14-10. Føroyski toppskjúttin, Bjarni Wardum, var tíverri ikki tøkur til dystin og nervaði tað liðið eitt sindur.
Dysturin byrjaði væl fyri ÍF Føroyar, og teir løgdu seg á eina tvey-máls leiðslu frá byrjan. Men KSG vildi ikki lata munin blíva størri og teir kláraðu at hanga í. Tað var serliga einstaklingaavrik frá KSG sum var orsøkin til at teir kláraðu at hanga í, meðan tað føroyska spælið var baserað uppá uppspæl og tað meira taktiska sum góvu føroysku málini. Beint fyri hálvleik komu nøkur skjótáleyp til føroyinganir sum harvið fingu økt um munin til 4 mál.
Eftir hálvleikssteðgin var tað líkasum at føroyinganir vantadu at sigurin fór at koma av sær sjálvum. KSG fekk loyvi til at stýra tempo-i í dystinum og kom spakuliga gjøgnum teir fyrstu 15 minutturnar inn aftur í dystin.
Tá tað so stegaði heilt upp hjá føroyingunum fekk KSG lagt seg á odda 22-20 bert 8 minuttir fyri dystarlok. Nú sá tað veruliga út sum næsta tapið skuldi koma í ár. Men Ári Rouch valdi at broyta tað eina annars sera trygga 6-0 verju til eitt meira offensiva 5-1 spæl. Tað vendi dystinum aftur fullkomuliga. Álopsspælið hjá KSG steðgai heilt upp og fingu teir bara eitt mál afturat í øllum dystinum, uppá brotskast! Men fyrst fekk Rani Slættanes minka um munin niður í tað eina málið, áðrenn trý skjótáleyp til Boga Berg so at siga avgjørdi dystin. KSG fekk sídsta kommentarin í dystinum við einum brotskasti í seinastu løtu, men føroyingarnir áttu síðsta orðið og fingu teir enn ein sigur. Endaliga úrslitið gjørdist 26-23 til ÍF Føroyar. 2 stig og eitt fet tættari toppinum!
Málskjúttar: Hjalti Jacobsen 7, Rúni Joensen 4, Bogi Berg 4, Tróndur Bogason 3, Rani Slættanes 3, Helgi Justinussen 3, Johnny Durhuus 1, Niels Viggo Niclasen 1,