Liggja í streymloysi

Ein gravimaskina gróv fyrr í dag ein háspenningskaðal av í Norðdepli og førdi tað við sær, at fleiri bygdir í Norðoyggjum mistu streymin í dag.


Tær bygdirnar, har streymurin fór, eru Norðdepli, Hvannasundi, Múla og á Viðareiði.


Á heimasíðuni hjá felagnum verður upplýst, at koplað verður um, so at streymurin kann fáast aftur til Múla, Hvannasund og Norðdepli. Viðingar mugu tó bíða longri, tí har er neyðugt at skoyta kaðalin, áðrenn streymveitingin til Viðareiðis fæst í rætt lag aftur.


Tá in.fo ringdi til SEV fyri løtu síðan varð upplýst, at tað kann ganga tveir tímar áðrenn streymurin er aftur í Viðareiði.