Meðan landstýriskvinnan og forkvinnan í trivnaðar nevndini tosað um at niðurleggja røktarheimspláss og sambýlir, er syrgiliga støðan á eldraøkinum tann, at nakrir av okkara eldru borgarum, sum vit sóu tað á Sýnini í Degi og viku, mugu liggja í songini fyri at halda hitanum. Samstundis eru tey vitni til hetta tosið um at niðurleggja røktarpláss, fyri at flyta peningin yvir til heimarøktina, so at arbeiðast kann fyribyrgjandi innan eldrarøktina.
Hetta má kallast at flyta fokus, frá vánaligu støðuni innan eldrarøktini, so tað stendur eftir.
Havi sjálv havt mína dagligu gongd á Sýnini fyri nøkrum árum síðani og eg var ikki sørt skelka av tí, ið vit sóu í Degi og Viku. At vit kunnu bjóða okkara eldru slíkar umstøður í 2013 er óskiljandi.
Ísama innslagi verður tosað um tað farna, hví onki er hent í so nógv ár. Sjálvandi er tað harmiligt at heimið er sloppið at forfalla soleiðis, men nú er nokk tosað, nú má nakað henda.
Á fíggjarlógini fyri 2013 eydnaðist at fáa samtykt, at seta 4 milliónir av til at byrja høvuðsumvæling av heiminum á Sýnini, sagt var at finnast skuldu ein fíggingar leistur við kommununnar um høvuðs umvælingina, og síðan hendi onki.
Ikki fyrr enn tann 18 september 2013 var ein eykajáttan framløgd, tann sætta í ár, har biðið var um at flyta 1,5 millión til bráðneyðugar umvælingar á Sýnini, og biðið var um at sleppa at brúka restina av játtaða peninginum til Sýnina 2,5 milliónir, til vardar íbúðir í Eysturoynni, tí hesar vera dýrari enn mett. Fíggjarnevndin segði ja til at játta hesar 1,5 milliónirnar men nei til at brúka restina í Eysturoy.
Nú skriva vit november 2014 og enn verður bert tosað. Landstýriskvinnan sigur í Degi og Viku, at nú er man í ferð við at gera eina nýggja kostnaðarmeting av høvuðs umvælingini og er enn í dialog við kommununnar um fíggingar leistin. Álvaratos, við hesari ferðini í málinum, verið eg ikki skøkk um meginparturin av 2014 gongur, uttan at nakað hendir. Vit vita jú, at kommununnar skulu yvirtaka eldraøki 1 januar 2015, er ongin loysn funnin til tað tíð, so hanga kommununnar uppá niðurslitnu heimini.
Farið tí at heita inniliga á samgonguna, takið tykkum saman og fái gongd á arbeiðið beinanvegin, tí hetta kunnu tit ikki bjóða okkara eldru. Tosið um hvussu eldrarøktin skal skipast í framtíðini kann bíða eina løtu, tað kunnu tey, ið mugu halda songina fyri at fáa hita ikki.