Liðugt ruddað í Skopun

Seinasta grótið, sum hevur ligið í innsiglingini til Skopunar Havn, er nú fingið av vegnum.

Fyrst í vikuni vórðu teir seinastu av teimum stívu 600 rúmmetrunum av gróti í innsiglingini til Skopunar havn fingnir av vegnum. Arbeiðið hevur tikið umleið tríggjar vikur, og hevur gingið væl, boðar Landsverk frá.

Uppgávan var at rudda innsiglingina niður á 7,2 metra dýpi í ein vinkul á 36 stig eystan fyri uttasta grótkastið.

Tað er byggifelagið Articon, sum við góðari hjálp frá donsku fyritøkuni, Peter Madsen Rederi A/S, ið hevur gjørt arbeiðið.

Sama arbeiði var gjørt í fjør, men vánaliga veðrið í vetur hevur flutt so mikið av gróti frá uttasta grótkastinum, at neyðugt var at fáa grótið burtur, so innsiglingin til havnina í Skopun aftur gjørdist best møgulig. 

Av tí at hetta er ein afturvendandi trupulleiki og at sannlíkindini eru fyri, at hetta verður ein áhaldandi trupulleiki eisini, hevur Landsverk nú sett seg í samband við Dansk Hydraulisk Institut fyri at fáa kannað og framt eina varandi loysn, skrivar Landsverk.