B68 vann spennandi og undirhaldandi steypadystin á Svangaskarði móti ÍF í kvøld. Endaliga úrslitið gjørdist 4-3 til B68.
Tað varð eisini B68, ið byrjaði dystin betri, tí longu aftaná 20 minuttum var B68 á odda 2-0. Bartal Eliasen gjørdi sjálvmál til tað fyrsta málið, meðan Hákun Edmundsson økti um munin til 2-0.
ÍF kom tó beinavegin aftur í dystin, tá vandamikli brasiliumaðurin Clayton Soares fekk minka um munin.
Men tað gingu bara 2 minuttir, til B68 aftur økti um munin. Danski leikarin Mads Rosenberg skoraði til 3-1 við flottum langskoti.
B68 førdi sostatt 3-1 í hálvleikinum og tað var í tráð við leikgongdina í fyrra hálvleiki.
Men tíðliga í seinna hálvleiki fekk ÍF aftur svarað aftur. Frank Poulsen var fyrstur á bóltinum og fekk skora til 3-2, eftir at Clayton Soares hevði misnýtt stóran møguleika.
B68 fekk tó eitt forloysandi mál, tá eitt korter manglaði av dystinum. Andrias á Líknargøtu slapp leysur og slapp at lyfta bóltin uppum ÍF málverjan, Jákup Mikkelsen.
Tað kom tó stórur spenningur stutt áðrenn leiklok, tá Clayton Soares aftur fekk minka um munin. Hóast ÍF trýsti nógv móti endanum, eydnaðist B68 at halda stand og hevur liðið harvið spælt seg í hálvfinaluna í kappingini um Løgmanssteypið.
B68 skal í hálvfinaluni møta føroyameistarunum úr HB.
LIÐUGT: Hóast ÍF trýsti nógv móti endanum, eydnaðist tað B68 at halda stand. B68 vann sostatt dystin 4-3 og tað er sambært viðmerkjaranum á Rás 2, Ólavi Larsen, uppiborið, tá man hugsar um allan dystin.
MÁÁL, 4-3, Clayton Soares, 86 minuttir : Nú hevur ÍF svarað aftur. Vandamikli brasliumaðurin Clayton Soares var á rætta staðnum.
83 minuttir : Óli Olsen var aftur nær við at økja um munin. Men bólturin fór framvið málstrikuni og við síðurnar av málinum.
MÁÁL 4-2 til B68, Andrias á Líknargøtu, 76 minuttir : Nú er 4-2 til B68. Andrias á Líknargøtu fekk lyft bóltin uppum ÍF málverjan Jákup Mikkelsen.
75 minuttir : Óli Olsen var nær við at økja um munin til 4-2, men Jákup Mikkelsen vardi væl fyri.
58 minuttir : Frank Poulsen, ið júst minkaði um munin, er farin av vøllinum. Inn ístaðin er komin Kristoffur Jakobsen.
MÁÁL 3-2, Frank Poulsen, 57 minuttir : Frank Poulsen var fyrstur á bóltinum, eftir at Clayton Soares hevði misnýtt stóran møguleika móti Kristiani Joensen. Nú er spenningur í aftur á Toftum.
51 minuttir : B68 heldur fram, har teir sleptu. Óli Olsen hevur júst misnýtt ein stóran møguleika fyri B68.
46 minuttir : Seinni hálvleikur er júst byrjaður og ÍF hevur gjørt eina broyting. Fritleif í Lambanum er farin út, meðan Dánjal á Lakjuni er komin inn. Sostatt hevur ÍF einans 3 verjuleikarar á vøllinum til seinna hálvleik, so ÍF venjarin velur at satsa.
Hálvleikur: Tað er hálvleikur á Svangaskarði og heldur óvæntað er heimaliðið á odda 3-1. B68 leikararnir tykjast uppsettir, meðan ÍF leikararnir yvirhøvur ikki eru komnir í gongd. Tí er 3-1 í tráð við leikgongdina í dystinum.
40 minuttir : ÍF var nær við at fáa ein stóran møguleika. Kristian Joensen fekk ikki lofta bóltinum og tí datt bólturin fyri føturnar á Nenad Saric, ið ikki fekk skot á bóltin.
31 minuttir : Tað er undirhaldandi á Svangaskarði í kvøld. Eftir bara hálvum tíma, hava áskoðararnir longu fingið 4 mál.
MÁÁL 3-1 til B68, Mads Rosenberg 26 minuttir: Eftir gott forarbeiði frá Óla Olsen hevur danski leikarin hjá B68 smekka eitt langskot í netið, so nú er støðan 3-1 til B68.
MÁÁL 2-1, Clayton Soares, 24 minuttir : Nú hevur ÍF svarað aftur. Vandamikli brasiliumaðurin Clayton Soares var á rætta staðnum, eftir upplegg frá Leivi Joensen.
22 minuttir : ÍF roynir at svara aftur. Í tveimum atløgum var ÍF nær við at javna, men Kristian Joensen fekk vart fyri.
MÁÁL 2-0 til B68, Hákun Edmundsson, 20 minuttir : Eftir framúr góða fríspæling frá Jann Inga til Óla Olsen, ið brendi móti Jákup Mikkelsen, kom bólturin út aftur til Hákun Edmundsson, ið smekkaði bóltin upp í málhornið. Nú er 2-0 til B68.
MÁÁL 1-0 til B68, Bartal Eliasen (sjálvmál, 18 minuttir : Eftir innlegg var ÍF miðverjin, Bartal Eliasen, so mikið óheppin at hann beindi bóltin í egið mál. Støðan er tí heldur óvæntað 1-0 til B68
15 minuttir : B68 hevur havt fyrsta stóra møguleikan í dystinum. Eftir frísparksinnlegg var Bjarki Johannesen nær við at fáa bóltin í málið.
7 minuttir : Liðini eru byrjaði varliga á Svangaskarði, men tað er kanska heldur ÍF, ið trýstir meir.
B68 4-4-1-1: Kristian Joensen - Kristian Anton Andreassen, Jóhan Dávur Højgaard, Ovi Brim, Bjarki Johannesen - Andrias á Líknargøtu, Evrard Blé, Jann Ingi Petersen, Mads Rosenberg - Hákun Edmundsson - Óli Højgaard Olsen.
ÍF 4-5-1: Jákup Mikkelsen - Leivur Joensen, Bartal Eliasen, Poul N. Mikkelsen, Fritleif í Lambanum - Frank Poulsen, Bogi Reinert Petersen, Karl Løkin, Ari Ellingsgaard, Nenad Saric - Clayton Soares.