Sáttmálin hjá liðskiparanum hjá KÍ í ár, Hjalgrím Elttør, gongur út nú. Liðskiparin sigur við in.fo í dag, at hann fyrt og fremst tosar við KÍ, men at hann ikki er avvísandi fyri tilboðum frá øðrum feløgum.
- Sáttmálin gongur út nú. Eg fari fyrst at tosa við KÍ ein av komandi døgunum, men eg eri opin fyri øllum møguleikum, sigur Hjalgrím Elttør.
KÍ hevur havt eitt torført kappingarár í ár. Eftir eina góða byrjan, so gekk ilt við at finna stevið og liðið endaði á 8. plássi. Fyrr í vikuni kunngjørdu teir, at Ndende skiftir til KÍ frá TB.










