Føroyski landsliðsliðskiparin, 36 ára gamli Fróði Benjaminsen, er til reiðar at takla Norðurírland í kvøld á Windsor Park í Belfast. Líka mikið um norðurírar velja at spæla bólt ella “berjast”.
Hoyr samrøðuna við Fróða Benjaminsen við at trýsta á pílin undir myndini
- Tað skal ein innsatsur til líka mikið hvat, sigur liðskiparin, sum byrjar á miðvøllinum saman við Halli Hansson og Christiani L. Holst.
- Stemmningurin í hópinum er góður nú tað byrjar at styttast til dystin. Tá blívur man eitt sindur meiri spentur.
- Tað verður ein trupul dystur. Teir vunnu 2-1 á Ungarn seinast, og sum eg havi skilt tað, so spæla teir væl. Teir spældu ikki við longum bóltum tá, sigur Fróði Benjaminsen.
Fróði Benjaminsen spælir í kvøld landsdyst nummar 81. Metið fyri flestar landsdystir hevur Óli Johannesen. Hann hevur spælt 83 landsdystir.
Landsdysturin millum Norðurírland og Føroyar verður á Windsor Park í Belfast í kvøld klokkan 19:45. Rás2 sendir 3. Hálvleik aftaná dystin við samrøðum úr Belfast.









