Liðskiparin hjá AB heldur fram

Betri deildin menn: Nú er greitt, at liðskiparin á Argjum heldur fram

AB hevur í dag kunngjørt, at Jákup Pauli Breckmann hevur longt sáttmálan fram til kappingarenda 2024. 24 ára gamli bakkurin hevur verið liðskipari hjá AB, sum hevur tryggja sær pláss í Betri deildini til komandi ár.

 

- Enn eitt sáttmálaundirskrift er komin upp á pláss inni í Vika. Hesa ferð er tað okkara 24 ára gamli liðformaður á høgra bakki, Jákup Pauli Breckmann, ið hevur skrivað undir nýggjan sáttmála, sum er galdandi til kappingarársenda í 2024, skrivar AB.

 

Jákup Pauli Breckmann er av Argjum og uppvaksin í AB, men hevur eisini verið í útlegd í HB í nøkrum av ungdómsárum sínum. Í 2018 kom hann aftur til AB, og síðani hevur hann spælt 85 dystir á besta mansliðnum.

 

- Hóast sín unga aldur telist hittinorðaði og stríðshugaði bakkurin millum royndu spælararnar í okkara unga hópi. Undan kappingarársbyrjan fekk hann liðskiparaábyrgdina, og hendan leiklutin hevur Jákup Pauli røkt heilt væl í hendingarríka kappingarárinum 2022.

 

AB hevur boðað frá, at Santiago Lebus eisini heldur fram komandi kappingarár.