Finnur Fríði og Tróndur í Gøtu hava landað av seinasta lodnutúrinum í ár, tí teir eru lidnir við kvotuna.
Hendan túrin landaðu teir ikki til virkið hjá Varðanum Pelagic, tí rognini í lodnuni eru so búgvin nú, at lodnan er ikki egnað at frysta til matna. Íslendsku lodnuvirkini hava maskinur, sum kunnu taka rognini úr lodnuni, men virkið á Tvøroyri hevur ikki hesar maskinurnar. Skipini landaðu hinvegin nógva lodnu á Tvøroyri, áðrenn rognini gjørdust ov búgvin.
Jupiter hevur eitt sindur eftir av lodnukvotuni, men teir bíða eftir betri veðri í Íslandi, har tað hevur verið illveður teir seinastu dagarnar.