Liðini hjá Janu og Sùnu vóru fyri greiðum tapum

Tað lá ikki væl fyri við málskjótingini hjá føroysku leikarunum

Jana Mittún og liðfelagarnir í Viborg spældu hóskvøldið torføran útidyst í bólki 2 í ovara endaspælinum í bestu donsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin var á útivølli móti verandi meistarunum, Esbjerg. Esbjerg vann ein greiðan 35-27 sigur á Viborg. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-11.

 

Jana skoraði eitt mál upp á seks málroyndir, og hon legði upp til tvey mál (assist). Jana vann eisini liðnum eitt brotskast.

 

Esbjerg er fremst í bólki 2 við seks stigum. Ikast-Herning hevur fimm stig, og Viborg og Sønderjyske eru við ongum stigi aftast í bólkinum. 

 

Komandi týsdag klokkan 17.30 spælir Viborg dyst á útivølli móti Sønderjyske. 

 

Í niðurflytingarbólkinum vóru Súna K. Hansen og liðfelagarnir í Skanderborg eisini fyri stórtapi. 

 

Skanderborg tapti á útivølli 24-35 fyri Silkeborg-Voel. Í steðginum var heimaliðið frammanfyri 19-13.

 

Súna skoraði eitt mál upp á tríggjar málroyndir.

 

Skanderborg er aftast í niðurflytingarbólkinum við einum stigi. Silkeborg-Voel er fremst við átta stigum, og Bjerringbro hevur fýra stig. EH Aalborg hevur trý stig, og liðið hjá Rakul Wardum, Ringkøbing hevur tvey stig. 

 

4. mai spælir Skanderborg dyst á útivølli móti EH Aalborg.