Liðið hjá føroyska landsliðsmálverjanum, Paula Jacobsen er Cherbourg í næstbestu fronsku hondbóltsdeildini.
Cherbourg leikti í kvøld heimadyst móti Tremblay.
Tað gekk væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var støðan javnleikur 12-12. Í seinna hálvleiki gekk av skriðuni hjá Cherbourg, ið bert skoraði sjey mál í seinna hálvleiki. Endin var, at Tremblay vann greiðan 29-19 sigur.
Pauli Jacobsen fekk ikki so nógva spælitíð í kvøld. Kappingarneytin hjá Paula, Ivah Gautier bjargaði átta av 29 málroyndum. Hann vardi málið tað mesta av tíðini. Pauli fekk fimm málroyndir ímóti sær ta løtuna hann var á vøllinum, men hann hevði onga bjarging í kvøld.
Cherbourg er fjórðaftast av teimum 16 liðunum í deildini við fýra stigum fyri seks teir fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.
Komandi fríggjakvøld spælir Cherbourg móti Nancy á útivølli.