Pauli Mittún, Helgi H. Hoydal og liðfelagarnir í Kristiansand høvdu sera torføran útidyst í bestu norsku hondbóltsdeildini í dag.
Elverum sum er næstfremst í deildini tók móti Kristiansand á heimavølli. Elverum vann stórsigur 39-27. Longu í steðginum var Elverum á odda 19-11.
Pauli skoraði trý mál, og Helgi skoraði tvey mál fyri Kristiansand í dag.
Kristiansand er nummar sjey í deildini við 14 stigum.
Hetta eru harðir dagar hjá Paula, Helga og liðfeløgunum. Komandi sunnudag tekur Kristiansand móti greiða oddaliðnum, Kolstad sum hevur fult stigatal, 30 stig fyri 15 dystir.