Liðið hjá Mikkjali tapti 0-3 í grannauppgerð

AIK fekk eina ræðuliga byrjan í dag

Liðið sum Mikkjal K. Thomassen er høvuðsvenjari hjá, AIK Stockholm spældi í dag venjingardyst móti einum øðrum liði, ið hevur heimstað í svenska høvuðsstaðarøkinum.

 

Brommapojkarna søktu AIK 3-0 á heimavølli á Grimsta Idrottsplats. 

 

AIK fekk eina ræðuliga byrjan, og aftaná bert átta minuttir var heimaliðið á odda 2-0. Brommapojkarna øktu til 3-0 seks minuttir undan steðginum. Í seinna hálvleiki megnaði AIK at steðga bløðingini. 

 

Undan hesum venjingardystinum hevur AIK í januar vunnið 1-0 á norska liðnum, Molde FK, og hevur tapt 0-2 fyri kekkiska liðnum, Viktoria Plzen.

 

Komandi leygardag klokkan 12 spælir AIK venjingardyst móti danska superligaliðnum, AGF. 10. februar spælir AIK venjingardyst móti KFUM Oslo, ið spælir í bestu norsku deildini. 

 

AIK spælir fyrsta kappingardystin í bólkaspælinum í svensku steypakappingini 14. februar. Tá hevur AIK heimadyst móti Degerfors.

 

##med2##