Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Shkupi spældu í dag oddadyst á útivølli móti næstovasta liðnum í bestu norðurmakedonsku deildini, Struga.
Tvær ferðir var Shkupi aftanfyri í dystinum, men báðu ferðirnar eydnaðist tað at svara aftur og javna leiðsluna hjá heimaliðnum.
Dysturin endaði við javnleiki 2-2. Øll málini vóru skotin í seinna hálvleiki.
Tá Jóan Símun kom á vøllin tá ein hálvur tími var eftir av vanligu leiktíðini var støðan 1-0 til Struga.
Jóan Símun fekk eisini ein hálvan tíma á vøllinum í seinasta leikumfarinum. Tá vann Shkupi 3-0 á Voski Sport á heimavølli.
Shkupi er fremst í deildini við 42 stigum. Struga er nummar tvey við 41 stigum.
Sunnudagin 3. mars tekur Shkupi móti Tikves á heimavølli.