Hørður H. Askham var við frá dystarbyrjan, tá lið hansara, FC Roskilde tók móti Esbjerg á heimavølli í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Arman Taranis legði Roskilde á odda 1-0 miðskeiðis í seinna hálvleiki. Tá Hørður var skiftur út í 74. minutti hevði verjan hjá Roskilde hildið málið reint, men aftaná Hørður fór av vøllinum gekk galið hjá Roskilde. Fyrst javnaði Esbjerg í 84. minutti, og langt inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Esbjerg sigursmálið til 2-1.
Ræðuliga erguligt hjá Roskilde, ið bert hevur eitt stig aftaná átta dystir.
Adrian R. Justinussen spældi allan dystin, og Daniel Johansen slapp ikki upp í part, tá lið teirra, Hillerød á heimavølli tapti 0-3 fyri Kolding.
Hillerød er fjórðaftast í deildini við níggju stigum fyri átta dystir.
Hørður, Adrian og Daniel fara nú at hugsavna seg um dystirnar hjá landsliðnum í Nations League móti Norðurmakedonia á heimavølli 7. september, og á útivølli móti Lettlandi 10. september.