Liðið hjá Gunnari vann seg víðari í Conference League

Víkingur Reykjavík endaði á einum nítjanda plássi í deildarspælinum

Liðið hjá Gunnari Vatnhamar, Víkingur Reykjavík heldur fram við at skriva søgu.

 

Í kvøld megnaði Víkingur - uttan ein skaddan Gunnar Vatnhamar - javnleik 1-1 á útivølli móti eysturríkska liðnum, LASK Linz.  Ari Sigurpálsson legði Víking á odda í 23. minutti. Tríggjar minuttir seinni javnaði LASK, men so komu ikki fleiri mál í dystinum.

 

Víkingur endaði við átta stigum fyri seks dystir á einum nítjanda plássi av teimum 36 liðunum. Tað merkir, at Víkingur skal spæla tveir dystir um at sleppa at spæla áttandapartsfinalur.

 

Chelsea vann deildarspælið við fullum stigatali, 18 stigum fyri seks dystir. Liðini sum endaðu millum nummar eitt og átta vinna seg beinleiðis í áttandapartsfinalurnar. Liðini sum endaðu á plássunum millum nummar níggju og 24 skulu spæla tveir dystir - ein heima og ein úti - um at sleppa at spæla áttandapartsfinalur.

 

Gunnar hevur tíverri verið skaddur seinastu dystirnar, men hann kann stórfegnast um, at ein spennandi avbjóðing bíðar Víkingi í komandi árinum.